
Umlættingin í Kvíggjartúni
Málbólkur: Børn og ung við autismu
Pláss: 6
Slag av tænastu: Umlætting
Í Kvíggjartúni kunnu børn og ung fáa umlætting í tryggum kørmum í einum umhvørvi, sum er merkt av forsøgn, rúmligheit og umsorgan. Dentur verður lagdur á at geva neyðugan stuðul til ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag og møguleika til at mennast, fáa vinir, at dyrka stuttlig og spennandi áhugamál og fáa upplivingar.
Ein ætlan fyri hvønn dag verður gjørd til hvønn einstakan, og dagurin verður skipaður eftir førleikunum hjá tí einstaka.
Gjøgnum tryggleika og álit vilja vit í umlættingini skapa grundarlag og karmar, fyri at hvør einstakur hevur møguleika at mennast. Í umlættingini er góður møguleiki at luttaka í felagsskapi, men karmarnir eru eisini til at finna sær tíð til ró.
Umlættingin hevur møguleika at brúka sansarúm, rørslurum, verkstað og vátrum sum er felags fyri bú-, umlættingar- og frítíðareindina í Kvíggjartúni. Eisini er eitt stórt útiøki rundanum stovnin
Í umlættingini eru seks kømur, sum hava egið baðirúm, og felags stova, køkur og vaskirúm.
Umlættingin er skipað í vikuskiftum og gerandisdøgum.