Blikagota75_eysturoy.jpg

Umlættingin Mýrisóljan

Málbólkur: Børn og ung við autismu, menningartarni og fjølbreki í aldrinum 0-25 ár.

Slag av tænastu: Umlætting.

 

Tilboðið verður, í tann mun tað er gjørligt, skipað eftir tørvinum hjá tí einstaka. Børnini og tey ungu hava hvør sítt kamar og baðirúm, umframt atgongd til felags køk og stovu.

Dentur verður lagdur á at geva børnunum og teimum ungu nakrar mennandi og innihaldsríkar dagar. Umframt hugna, samveru og hvíld verða børnini og tey ungu tikin við í tað, sum fyriferst og er at uppliva í nærumhvørvinum, og viðhvørt eisini á útferð ella longri túrar. Sum dømi kann nevnast túrar út í náttúruna, í biograf, at svimja og at vitja ymisk søvn og tiltøk.

Tað er av týdningi, at tey, sum eru til umlætting, kenna tryggleika, umsorgan og nærveru, og at fyrilit verður havt fyri menning, aldri og tørvi teirra. Vit arbeiða við at menna og styrkja samskiftisførleikar teirra, samstundis sum orka eisini verður løgd í fremja sjálvsvirði og sjálvbjargni teirra.

Tilboðið er opið fríggjadag frá kl. 17.00 til mánamorgun kl. 8.00.

Umlættingin Mýrisóljan
Gerðisvegur 5
620 Runavík
Tlf: 297650 og 297653
Leiðari
Joan Olsen