Umlættingin við Sílá
Málbólkur: Fólk við ymiskum sjúkuavgerðum
Pláss: 2
Slag av tænastu: Umlætting
Endamálið er at lætta um hjá familju, og at geva fólkum eitt mennandi tilboð saman við øðrum.
Virksemið verður, í tann mun tað ber til, lagt til rættis soleiðis, at fólkini hava møguleika fyri vinalagi, samveru og tiltøkum við sínum javnlíkum.
Samstarv við foreldur og avvarðandi hevur stóran týdning, eins og at virða tað tætta samstarvið, við aðrar stovnar, sum viðkoma og gagna fólkunum.
Stovnurin miðar ímóti at nøkta tørvin hjá avvarðandi fyri umlætting, samstundis sum fyrilit verður tikið fyri ynskjum, tørvi og áhugamálum hjá hvørjum einstøkum fólki. Dentur verður lagdur á, at vísa virðing. Hvør einstakur verður stuðlaður og styrktur í, at hava mest møguliga ávirkan á egið lív og at varðveita sín samleika.