Verkstadid_a_bakka_sudur.jpg

Verkstaðið á Bakka

Málbólkur: Fólk við menningartarni og møguliga onnur

Slag av tænastu: Virknistilboð

Á Verkstaðnum á Bakka verður dentur lagdur á at stimbra og menna samskiftisevni, sansir og kropp hjá fólkunum. Arbeiðið verður skipað soleiðis, at fólkini fáa møguleika at menna sína persónsmensku, sínar andaligu og likamligu førleikar. Fólkini gera og virka ymiskt úr ull og klæði, m.a. bundin og seymað pløgg, og evna til lutir úr træi og gróti, flettiborð, havaborð og annað.

Virkað verður fyri trivnaði og samansjóðing, m.a. við at skipa fyri felagstiltøkum sum jólahugna, føstulávintshaldi og ferðum bæði uttanlands og innanlands. Fólkini kunnu eisini vera við í tí, sum frítíðar- og áhugafelagsskapir í nærumhvørvinum hava at bjóða .

Verkstaðið hevur sølubúð við lutum, sum eru virkaðir á verkstaðnum, og jólasøla er á hvørjum ári. Eisini ber til hjá fólki at bíleggja og fáa sumt gjørt eftir egnum ynski.

Sølubúðin er opin gerandisdagar kl. 9.00-14.00.

Tilboðið er opið gerandisdagar kl. 8.00-15.30, tó fríggjadag til kl. 13.00.

Verkstaðið á Bakka
Eggjarvegur 2
900 Vágur
Tlf: 373536 ella 297830
Teldupostur: abakka@av.fo
Leiðari
Elken Holm Wentzlau
Elken Holm Wentzlau
Telefon 297800