Autisma
Autisma er menningarórógv, sum hevur við sær øðrvísi og ofta seinkaða menning av sosialum førleikum og samskiftisførleikum. Hjá nøkrum kann talan eisini vera um støðuga endurtøku av rørslum. Fólk við autismu kunnu hava ilt við at laga seg til vanligar umstøður og vanligt samskifti og hava ilt við at ímynda sær støður. Autisma hevur ávirkan á atburð, áhugamál og menning av persónmensku. Fólk við autismu kunnu vera sera ymisk, summi klára seg við einum sindri av vegleiðing, og onnur hava brúk fyri víðfevnandi hjálp og stuðli alt lívið.
Reinsa