Barnaverndarstovnar
Eindin virkar við heimild í barnaverndarlógini og arbeiðir í samstarvi við Barnaverndartænasturnar og eftir avgerðum frá Høvuðsbarnaverndarnevndini.
Barnaverndarstovnarnir eru fyri børn og ung sum eru umsorganaryvirtikin, og sum harumframt eisini kunnu hava psykososialar-, kensluligar-, atferðar-, tillagingar-, misnýtis-, og sjálvskaðandi avbjóðingar.
Barnaverndarstovnarnir hava umsorganarábyrgdina av børnunum og teim ungu og veita sosialnámsfrøðiliga viðgerð, sum merkir at menna kropp, mál, heilsustøðu, sosialar førleikar og relatiónir til onnur menniskju. Viðgerðin skal eisini fyribyrgja og minka um skaðiligan og óhóskandi atburð. Endamálið er, at børnini fáa røttu viðgerðina og umsorganina, soleiðis at tey mennast til at klára seg og støðast í samfelagnum.
Arbeiðshættir: KRAP, Mentalisering, Low Arousal og Boardmaker
Eindin arbeiðir við viðgerðarætlanum, sum taka støði í endamálinum við viðgerðini.
Julianna Næs Olsen er eindarleiðari í eindini “Barnaverndarstovnar”
Hon hevur beinleiðis telefon 297426 og teldupost juliannao@av.fo