Heimaráðgeving
Heimaráðgeving
Heimaráðgeving er eitt námsfrøðiligt tilboð til familjur, ið hava barn við avbjóðingum.
Endamálið við ráðgevingini er, at familjan fær ta hjálp og stuðul tey hava tørv á, soleiðis at tey fáa ein so vælvirkandi gerandisdag sum til ber.
Heimaráðgeving er staðfest í almannalógini, ið sigur, at foreldur at barni við týðandi likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku, kunnu fáa heimaráðgeving.
Ráðgevingin, sum er til foreldur, fer fram heima hjá familjuni. Í samrøðu finna foreldur og ráðgevi útav hvør tørvurin hjá familjuni er. Samrøðan tekur støði í, at tað eru foreldrini, ið kenna barnið best. Ráðgevi og foreldur finna í felag fram til hóskandi loysnir.
Foreldrini fáa tær heimavitjanir, ið ráðgevin, saman við foreldrunum, metir tørvur er á. Familjan skal síðan sjálvstøðugt arbeiða við teimum amboðum/ráðum, tey hava fingið.
Ráðgevingin verður veitt sum:
- Undirvísing um brekið ella sjúkuna (psykoedukatión)
- Námsfrøðilig og onnur faklig amboð at handfara avbjóðingar í gerandisdegnum
Í undirvísingini verður greitt frá brekinum/sjúkuni, soleiðis at foreldrini fáa kunnleika um hvussu tey kunnu skilja og møta barninum. Undirvísingin er gott grundarlag fyri víðari ráðgeving.
Amboðini, ið nýtt verða í ráðgevingini, eru framleidd á deildini. Ráðgevi og foreldur finna í felag fram til hvørji amboð hóska best til tørvin hjá familjuni.
Dømi um amboð kunnu vera:
- Relatiónsarbeiði, tí sambandið í familjuni hevur stóran týdning
- Rógevandi námsfrøði (Low Arousal), har arbeitt verður við at minka um strongd
- Kensluregulering
- Skipa námsfrøði, har arbeitt verður við samanhangsfatan
- Sosialar søgur, við fokus á sosialari menning
Tað hevur týdning, at familjan er motiverað og setur tíð av til at gera nyttu av ráðgevingini og amboðunum.
Heimaráðgeving luttekur í Tann góða tilgongdin