Søk um trivnaðartænastu
Umbøn um trivnaðartænastu skal sendast Almannaverkinum og verður viðgjørd av ráðgeva, sum ger eina sosialfakliga heildarlýsing av tørvi og ynski hjá borgaranum. Ráðgevin ger síðani tilmæli um tænastu, og Avgerðarskrivstovan tekur avgerð í málinum. Talan er altíð um meting í hvørjum einstøkum føri út frá tørvi og tøkum tilfeingi. Eru ikki tøk pláss, kunnu umsøkjarar fáa annað tilboð ella verða settir á bíðilista, til hóskandi pláss verður tøkt.
Nøkur tilboð krevja ikki umsókn.
Tænastan tekur støði í eini virkisætlan, sum verður gjørd saman við borgaranum, tá ið tað ber til. Flestu tænastur verða veittar í toymi saman við øðrum borgarum.
Allar trivnaðartænastur miða eftir, at borgarin í størst møguligan mun hevur ávirkan á egið lív og kann menna ella viðlíkahalda førleikar. Tí verður tænastan veitt við støði í hugtakinum minsta inntriv, sum merkir, at hjálpin ikki er meira umfatandi, enn at borgarin kann liva eitt, fyri hann, gott og virkið lív. Tilboðini verða javnan eftirmett.