0vdfUN8j.jpeg

Viðlíkahaldsvenjing

Viðlíkahaldsvenjing er málrættað venjing sum hevur til endamáls at fyribyrgja førleikamissi, fasthalda ella betra um verandi førleika, ella fyri at seinka sjúkugongdina. Viðlíkahaldsvenjingin kann t.d. vera:

  • kropslig venjing
  • venjing, sum stuðlar undir gerandisaktivitetum
  • kognitiv venjing
  • venjing í at meistra og handfara avbjóðandi støður í gerandisdegnum

Talan er um eitt málrættað tilboð um venjing, sum er lagt til rættis í samráð við borgaran. Ergo- og fysioterapeutarnir samskipa og stíla fyri venjingini.

Viðlíkahaldsvenjing bleiv sett á stovn 2021. So hvørt sum fíggjarliga rásarúmið hjá Almannaverkinum broytist, verður tilboðið um viðlíkahaldsvenjing dagført.

 

Eitt miðvíst og samskipað tilboð

Fysio- ella ergoterapeutur samskipar venjingartilboðið, sum í høvuðsheitum verður veitt sum bólkavenjing. Vant verður 1-2 ferðir um vikuna, skipað í skeiðum á 8-10 vikur. Áðrenn venjingin verður sett í verk, verður persónlig og ítøkilig venjingarætlan, ið fevnir um mál, innihald og tíðarskeið, ásett fyri hvønn einstakan. Venjingarætlanin verður eftirmett í minsta lagi hvønn 24. mánað. Um neyðugt, verða broytingar og tillagingar gjørdar.

Málið við venjingini er at viðlíkahalda teir rørsluligu, kognitivu, kensluligu og sosialu førleikarnar, og at varðveita luttøkuna í gerandisdegnum.

Viðlíkahaldsvenjingin er eitt miðvíst samstarv millum borgaran, avvarðandi og heilsustarvsfólk. Eisini samstarva terapeutarnir m.a. við sosialráðgevar í Almannaverkinum og við sjúkrahús og kommunur, í tann mun tað er neyðugt fyri at røkka ásettu málunum.

Hvar fer venjingin fram?

Deildin hevur tvey venjingarhøli: í Klaksvík og Tórshavn.

Venjingin fer í høvuðsheitum fram í tí venjingarhøli, sum er tættast við tín bústað. Í heilt serligum føri, kann venjingin, ella partar av venjingini, verða framd í heiminum, um umstøðurnar loyva hesum, og tað verður mett gagnligt fyri úrslitið av venjingini.

Hvør kann søkja?

Ert tú í aldrinum 18 ár og upp til fólkapensjónsaldur, er heimabúgvandi og hevur parkinson, sklerosu ella seinheilaskaða, kanst tú søkja um viðlíkahaldsvenjing frá Almannaverkinum. Tænastan krevur ikki ávísing frá lækna. Avgerðin er grundað á eina tvørfakliga heildarmeting av tørvi og støðu tíni.

Treytirnar fyri at fáa játtað viðlíkahaldsvenjing er, at fakliga metingin sigur, at venjing kann verða við til at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar, soleiðis at tú kann klára teg betur í arbeiðslívi, heimalívi og frítíðarlívi og harvið hava minni tørv á hjálp.

Hvussu søki eg?

Oyðublaðið “Umsókn um venjing" liggur í høgra bredda á síðuni og kann sendast við t-posti ella vanligum posti.

Vit mæla til at lata Almannaverkinum frágreiðingar ella støðumetanir frá einum møguligum venjingarskeiði, viðkomandi kanningum, skanningum og/ella røntgen saman við umsóknini. Tað kann skunda undir viðgerðina, tí ein fortreyt fyri at kunna viðgera umsókn tína og møguliga játta tær viðlíkahaldsvenjing er, at vit hava neyðuga innlitið í avbjóðingar tínar.

Um tilfar ikki fylgir við umsóknini, kann deildin venda sær til viðkomandi samstarvspartar eftir tørvi, fyri at fáa innlit í støðu tína.

Viðgerð av umsóknini

Í sambandi við viðgerðina av umsóknini bjóða vit tær eina samrøðu og útvega okkum tilfar eftir tørvi við loyvi frá tær. Vit hoyra, hvørjar førleikar tú vilt venja, greiða í stuttum frá okkara virksemi á deildini og umrøða, hvørjar væntanir eru til tín, ið fært viðlíkahaldsvenjing í boði. Eftir hetta verður endalig avgerð tikin um, um tú lýkur treytirnar fyri at fáa viðlíkahaldsvenjing frá Almannaverkinum.

Fyri at venjingin skal eydnast, er tað av stórum týdningi, at tú tekur ábyrgd av egnari venjing, luttekur aktivt og arbeiðir málrættað.

Reinsa
Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um viðlíkahaldsvenjing innan 1 mánað.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa læknaváttan og aðrar upplýsingar.