Fjølmiðlar
Almannaverkið leggur dent á opinleika og gjøgnumskygni í sínum virki. Eitt av raðfestu málum Almannaverksins er at vera ein opin stovnur, sum ger tað einfalt fyri borgararnar. Harafturat hava starvsfólk og leiðsla í Almannaverkinum valt gjøgnumskygni sum eitt av virðisorðum stovnsins.
Fjølmiðlarnir virka sum fólksins umboð, og Almannaverkið svarar fyrispurningum frá fjølmiðlunum so skjótt og greitt, sum til ber.
Allir fyrispurningar frá fjølmiðlunum verða viðgjørdir og beindir til rætta viðkomandi, sum hevur ta vitan, fjølmiðilin sóknast eftir. Umbønir um alment innlit verða á sama hátt skrásettar, viðgjørdar og beindar til rætta viðkomandi skjótast gjørligt.
Tá fjølmiðlar hava tørv á almennum viðmerkingum frá Almannaverkinum, verður fyrispurningurin í fyrstu atløgu beindur til Edvard Heen, stjóra.
Edvard hevur telefon 210503