Starv í Almannaverkinum
Síggj leys størv í Almannaverkinum her.
Tú kanst eisini tekna teg til okkara starvsávísara. Tú fært síðan ein teldupost, tá ið vit lýsa størv leys, sum hava tín áhuga.
Í samsvari við almenna setanarpolitikkin verða øll størv í Almannaverkinum lýst leys á okkara heimasíðu og í almennum miðlum.
Almannaverkið setir javnan dugnalig og framsøkin starvsfólk í starv, ið, eins og vit, vilja gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur.
Um tú brennur fyri at gera mun og hava ávirkan, ert framsøkin og nýhugsandi, trívist við avbjóðingum og við at arbeiða sjálvstøðugt, so vilja vit at gera íløgu í teg og tínar førleikar.
Í Almannaverkinum viðgera vit umsóknir til størv talgilt, og tí skal tín umsókn saman við ævilýsing, prógvum og møguliga øðrum skjølum, sendast okkum talgilt.
Í okkara lýsingum er eitt leinki ”Søk”, sum tú skalt brúka, um tú søkir starvið. Tá ið tú trýstir á leinkið ”Søk”, kemur tú á okkara talgildu skipan til endamálið. Skipanin beinir teg gjøgnum umsóknartilgongdina.
Tá ið tú hevur góðkent og sent okkum umsóknina, fært tú eina móttøkuváttan frá okkum við telduposti.
---
Tak skíggjamynd av lýsingini!
Tá ið tú søkir starv, er skilagott at taka eina skíggjamynd av lýsingini ella at prenta hana út. Tað er gott at hava lýsingina, um tú verður boðin til samrøðu, men tá er lýsingin tikin burtur aftur, tí freistin at søkja er farin.
Set teg væl inn í starvið og arbeiðsplássið!
Ein umsókn snýr seg ikki bara um teg, men eisini um starvið og arbeiðsplássið. Tí mæla vit til, at tú lesur lýsingina væl og setir teg inn í Almannaverkið sum arbeiðspláss: yvirskipað og sum serstakt arbeiðspláss, har tú søkir starv. Tað er við til at geva okkum eina jaliga mynd av tær og gevur samstundis tær betri grundarlag fyri at meta, hvat júst tú hevur at bjóða í starvinum og á arbeiðsstaðnum. Hevur tú ivamál ella spurningar, ert tú vælkomin at ringja og spyrja um starvið.
Skriva umsóknina til ávísa starvið!
Tað er skilagott, at tú byrjar av nýggjum, hvørja ferð tú skrivar eina umsókn, soleiðis at tú sleppur undan óhóskandi endurnýtslu. Hugsa um, hvussu tú, tínir førleikar og tínir eginleikar hóska til arbeiðsuppgávurnar og arbeiðsstaðið, áðrenn tú byrjar at skriva. Umsóknin skal lýsa hvør tú ert, og hvat tú hevur at bjóða í starvinum og á arbeiðsstaðnum.
Ein góð umsókn sigur okkum:
- hví tú søkir starvið.
- hvørjar hugsanir, tú hevur um starvið.
- hvørjar fakligar førleikar tú hevur, sum eru viðkomandi fyri starvið.
- hvørjar persónligar eginleikar tú hevur, sum eru viðkomandi fyri starvið.
Skriva stutt og greitt!
Ein umsókn, sum hevur eina góða yvirskrift, er býtt upp í reglubrot, hevur góðan málburð og sum í mesta lagi er eina síðu long, er løtt at lesa, vekir ans og vísir, at tú hevur gjørt tær ómak.
Ger eina væl skipaða ævilýsing
Ein ævilýsing er ein tíðartalva við upplýsingum um teg og títt arbeiðslív, sum ikki skal vera meira enn tvær til tríggjar síður long. Skipað ævilýsingina við tí nýggjasta fyrst og tí elsta síðst.
Persónligar upplýsingar: Skriva navn, bústað, teldupost, telefonnummar og aldur.
Arbeiðsroyndir: Fyri hvørt starv, sum tú hevur røkt, skrivar tú árstal og mánað fyri byrjan og enda, starvsheiti og arbeiðsstað, og setanarbrot ella miðal tímatal um vikuna.
Útbúgvingar: Fyri hvørja útbúgving sær skrivar tú árstal, útbúgvingarheiti og útbúgvingarstað.
Førleikar: KT-førleikar, málførleikar og aðrir førleikar, til dømis skeið ella annað.
Frítíðaráhugamál: Tað er skilagott at skriva tíni frítíðaráhugamál, um hesi eru viðkomandi fyri starvið.
Tak bara tað við, sum er viðkomandi fyri starvið, sum tú søkir!
Ævilýsingin skal geva móttakaranum eitt gott og greitt yvirlit yvir tínar arbeiðsroyndir, útbúgvingar, førleikar og annað, sum eru viðkomandi fyri starvið, sum tú søkir. Tað er skilagott, at tú tillagar ævilýsingina, hvørja ferð tú søkir eitt starv, soleiðis at tú sleppur undan óviðkomandi upplýsingum.
Fyrireika teg væl og før teg natúrliga fram!
Starvssamrøðan er ein sínámillum avstemman av væntanum og skal tí ikki bara vísa, um tínir fakligu, sosialu og persónligu førleikar hóska til starvið og arbeiðsstaðið, men eisini, um starvið og arbeiðsstaðið hóskar til tín.
Fyrireiking minkar um óttan!
Tað er vanligt at hava ótta á sær til eina starvssamrøðu. Fyri at minka um óttan er gott at fyrireika seg væl. Les lýsingina aftur og ímynda tær, hvørjum spurningum samrøðan skal svara ella lýsa gjøllari. Fyrireika teg til, at tað til dømis verður spurt nærri um teir førleikar, sum tú hevur skrivað um í umsóknini. Kom við ítøkiligum dømum.
Tak støðu til ítøkiligu arbeiðsuppgávurnar!
Er ein serlig arbeiðsuppgáva, sum væntað verður, at tú skalt lyfta, so fyrihalt teg til hesa so ítøkiliga sum til ber. Tað vísir, at tú hevur vilja og áhuga fyri arbeiðsuppgávuni.
Eitt starv, sum ger mun
Starvsfólkahandbók
Í Almnannaverkinum hava vit eina starvsfólkahandbók. Endamálið við starvsfólkahandbókini er at skapa trygd, trivnað og menning á arbeiðsplássinum, bæði millum starvsfólk og leiðslu.
Starvsfólkahandbókin tekur støði í yvirskipaða starvsfólkapolitikkinum og virðisorðingunum í Almannaverkinum, og er hon orðað við atliti til mentanina á stovninum.
Í starvsfólkahandbókini hjá Almannaverkinum finnur tú reglur, mannagongdir og vegleiðingar, sum eru galdandi fyri starvsfólk í Almannaverkinum.
Starvsfólkahandbókin inniheldur í høvuðsheitum tey yvirskipaðu aðalmálini úr ymsum politikkum, mannagongdum og vegleiðingum, sum gera seg galdandi fyri starvsfólk í Almannaverkinum. Tískil verða allar leiðreglur og annað ikki endurgivnar í fullari longd, men í høvuðsheitum. Stundum verður víst til galdandi lógir og sáttmálar.
Síggj starvsfólkahandbókina her.