
Fólkapensjónsaldurin hækkar til 67 ½
Fólkapensjónsaldurin hækkar til 67 ½
Tann 1. juli 2024 hækkar fólkapensjónsaldurin til 67 ½ ár. Hetta merkir, at tey sum eru fødd aftaná 30. juni 1957 kunnu fáa fólkapensjón, tá ið tey eru 67 ½ ár.
Øll sum nærkast fólkapensjónsaldri fáa kunningarskriv og umsóknarblað sendandi frá Almannaverkinum, 3 mánaðir áðrenn fólkapensjónsaldur.
Søkjast kann eisini á Vanganum um fólkapensjón upp til 3 mánaðar frammanundan fólkapensjónsaldur.
At fólkapensjónsaldurin hækkar, hevur eisini nakrar avleiddar avleiðingar, tí nógvar veitingar og tænastur eru knýttar at fólkapensjónsaldrinum. Hetta merkir eitt nú, at tað ber til at fáa aðrar almannaveitingar ½ ár longur, eitt nú fyritíðarpensjón, tillagað starv og endurvenjing frá Almannaverkinum.
Fólkapensjónsaldurin verður 68 ár tann 1. januar 2029.
- Nýggjur stjóri settur fyri AlmannaverkiðTýsdagur 01-04-2025Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur í dag sett Hjørdis S. Mortensen í starvið sum nýggjur stjóri fyri Al
- Skráin til fimmti ára stovningardagin 2. maiHósdagur 20-03-2025Skráin til stóra hátíðarhaldið tann 2. mai er klár. Øll eru vælkomin at vitja Norðurlandahúsið hendan dagin, har nógv spennandi tiltøk eru á
- Almannaverkið fimmti ára stovningardag: Stórt alment hátíðarhald 2. maiMánadagur 17-03-20251. apríl 1975 varð Almannastovan sett á stovn. Áðrenn hetta hevði almannaøkið verið umsitið av Danmark, men nú kom tað á føroyskar hendur –