
Heimaráðgeving víðkar sítt virksemi
Týsdagur 18-06-2024
Nú ber eisini til hjá foreldrum, ið hava barn við menningartarni og/ella likamligum breki at fáa Heimaráðgeving.
Í samrøðu verður funnið fram til tørvin hjá familjuni. Samrøðan tekur støði í, at tað eru foreldrini, ið kenna barnið best. Ráðgevi og foreldur finna í felag fram til hóskandi loysnir.
Talan er um eina námsfrøðiliga ráðgeving og amboðini, ið nýtt verða í ráðgevingini, eru framleidd á deildini.
Dømi um amboð kunnu vera:
- Relationsarbeiði, tí sambandið í familjuni hevur stóran týdning
- Rógevandi námsfrøði (Low Arousal), har arbeitt verður við at minka um strongd
- Kensluregulering
- Skipa námsfrøði, har arbeitt verður við samanhangsfatan
- Sosialar søgur, við fokus á sosialari menning
Foreldur fáa heimaráðgeving við at venda sær til Almannaverkið.
Seinastu tíðindi
- Skráin til fimmti ára stovningardagin 2. maiHósdagur 20-03-2025Skráin til stóra hátíðarhaldið tann 2. mai er klár. Øll eru vælkomin at vitja Norðurlandahúsið hendan dagin, har nógv spennandi tiltøk eru á
- Almannaverkið fimmti ára stovningardag: Stórt alment hátíðarhald 2. maiMánadagur 17-03-20251. apríl 1975 varð Almannastovan sett á stovn. Áðrenn hetta hevði almannaøkið verið umsitið av Danmark, men nú kom tað á føroyskar hendur –
- OrkuískoytiTýsdagur 04-02-2025Nú nú kunnu húski við lágari inntøku og lítlari ogn søkja um orku ískoyti. Umsóknarblað finst her! Avgerð um rættin til orkuískoyti er grund