
Hermann Mortensen, depilsstjóri, fer nýggjar leiðir
Týsdagur 06-09-2022
Hermann Mortensen, depilsstjóri í Trivnaðardeplinum fyri fólk við sálarsjúku og autismu, hevur valt at taka av nýggjum avbjóðingum.
Hann byrjar í starvi sum leiðari fyri ítróttaranleggið hjá Tórshavnar kommunu.
Seinastu 20 árini hevur Hermann starvast á trivnaðarøkinum, bæði sum starvsfólk og sum leiðari á samdøgurstovnum og stuðulsfyriskipanum. Seinastu sjey árini hevur hann verið depilsstjóri í Trivnaðardeplinum.
Hermann heldur fram í depilsstjórastarvinum til 1. oktober 2022.
Almannaverkið takkar Hermanni fyri tíðina og ynskir honum blíðan byr í nýggja starvinum.
Seinastu tíðindi
- Nýggjur stjóri settur fyri AlmannaverkiðTýsdagur 01-04-2025Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur í dag sett Hjørdis S. Mortensen í starvið sum nýggjur stjóri fyri Al
- Skráin til fimmti ára stovningardagin 2. maiHósdagur 20-03-2025Skráin til stóra hátíðarhaldið tann 2. mai er klár. Øll eru vælkomin at vitja Norðurlandahúsið hendan dagin, har nógv spennandi tiltøk eru á
- Almannaverkið fimmti ára stovningardag: Stórt alment hátíðarhald 2. maiMánadagur 17-03-20251. apríl 1975 varð Almannastovan sett á stovn. Áðrenn hetta hevði almannaøkið verið umsitið av Danmark, men nú kom tað á føroyskar hendur –