
Høgni Olsen nýggjur fíggjarstjóri í Almannaverkinum
Høgni Olsen er í dag settur í starv sum fíggjarstjóri í Almannaverkinum. Hann tekur við starvinum í seinasta lagi 1. apríl 2022.
Høgni er 41 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í fígging og strategiskari leiðslu frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir frá fíggjarliga økinum, eitt nú sum leiðari á íløgudeildini hjá Bank Nordik og sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari í ALS. Síðan 2020 til í dag hevur Høgni starvast sum roknskaparleiðari hjá Atlantic Airways. Høgni er eisini virkin í nevndararbeiði og hevur síðan 2017 millum annað verið nevndarformaður og nevndarlimur í LÍV-samtakinum.
Uppgávan hjá Høgna verður at menna og leiða fjølbroytta fíggjarumhvørvið og fyrisitingina í Almannaverkinum og vera ein aktivur partur av menningini av stovninum saman við leiðsluni.
- Vit fegnast um at fáa ein fíggjarstjóra við tí vitan og teimum royndum, sum Høgni hevur, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Høgni er úr Havn, giftur við Katrini K. Olsen, og saman eiga tey trý børn.
- Nýggjur stjóri settur fyri AlmannaverkiðTýsdagur 01-04-2025Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur í dag sett Hjørdis S. Mortensen í starvið sum nýggjur stjóri fyri Al
- Skráin til fimmti ára stovningardagin 2. maiHósdagur 20-03-2025Skráin til stóra hátíðarhaldið tann 2. mai er klár. Øll eru vælkomin at vitja Norðurlandahúsið hendan dagin, har nógv spennandi tiltøk eru á
- Almannaverkið fimmti ára stovningardag: Stórt alment hátíðarhald 2. maiMánadagur 17-03-20251. apríl 1975 varð Almannastovan sett á stovn. Áðrenn hetta hevði almannaøkið verið umsitið av Danmark, men nú kom tað á føroyskar hendur –