Kunning – sóttarhald gevur ikki rætt til sjúkradagpening
Hósdagur 06-08-2020
Kunning – sóttarhald gevur ikki rætt til sjúkradagpening
Í sambandi við at korona aftur er farin at gera um seg, skal Almannaverkið gera vart við, at serskipanirnar í dagpeningalógini, sum vóru partur av hjálparpakka I, eru farnar úr gildi 30. juni 2020.
Tað merkir, at løntakarar, sum fara í sóttarhald eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum, hava ikki rætt til dagpening vegna sjúku. Løntakari, sum gerst sjúkur av korona, og ikki hevur rætt til løn undir sjúku, kann framvegis søkja um sjúkradagpening sum vanligt.
Skipanin, ið gevur arbeiðsgevarum á privata arbeiðsmarknaðinum, sum rinda løn til starvsfólk, ið ikki kunnu arbeiða orsaka av korona sjúku ella sóttarhaldi, rætt til at fáa lønarútreiðslur endurrindaðar, er somuleiðis farin úr gildi.
Seinastu tíðindi
- Gjald fyri sjálvbodna sjúkradagpeningatryggingTýsdagur 05-11-2024Í 2025 er gjaldið fyri at verða tryggjaður í sjálvbodnu sjúkrdagpeningatryggingini kr. 3.690,- um hálvárið. Hálvárliga gjaldið fellur til gj
- Stuðul til uppihaldspening seinna hálvár 2024 - umsóknarfreistFríggjadagur 01-11-2024Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2024 saman við kvittanum fyri goldnum barnagjøldum ella hjúnafelagagjøldum, skal ver
- Heimaráðgeving víðkar sítt virksemiTýsdagur 18-06-2024Nú ber eisini til hjá foreldrum, ið hava barn við menningartarni og/ella likamligum breki at fáa Heimaráðgeving. Í samrøðu verður funnið fra