Kunning um nýggja bygnaðin í Trivnaðardeplinum
Frá 1. januar 2023 tekur nýggi bygnaðurin í Trivnaðardeplinum við. Trivnaðardepilin verður savnaður undir einum trivnaðarstjóra við seks eindum, ið fáa heiti eftir fakliga innihaldinum. Asta Marjunardóttir verður nýggjur trivnaðarstjóri.
Bygnaðarbroytingin hevur trý høvuðsendamál:
• Leiðslan tættast at borgarum og starvsfólki verður styrkt, meðan ovasta leiðslan smalkar.
• Fakligu økini skulu savnast og styrkjast.
• Størri gjøgnumskygni og færri markamót til gagns fyri borgarar og starvsfólk.
Nýggi bygnaðurin í Trivnaðardeplinum er nú endaliga staðfestur, og seks nýggj leiðslutoymi eru sett. Nýggju leiðslutoymini eru samansett av dugnaligum fólkum við nógvum fakligum innliti og góðum leiðsluroyndum. Niðanfyri er yvirlit yvir nýggja bygnaðin:
Broytingar í samsvari við virði og yvirskipaðu mál Almannaverksins
Bygnaðarbroytingin í Trivnaðardeplinum stuðlar undir endamál, stremban, virðini og yvirskipaðu málini hjá Almannaverkinum. Samanumtikið metir leiðslan, at broytingarnar við sterkari leiðslu nærri at borgaranum og starvsfólkunum, savnaði og styrkt faklig øki, og at ovasta leiðslan smalkar, tilsamans styðja undir felags virði okkara:
• Vit leggja dent á yrkisdugnaskapin
• Vit betra um gjøgnumskygnið
• Vit betra um trivnaðin
• Vit tendra fyri eldhuginum
• Vit tryggja javnvirðið
Bygnaðarbroytingarnar hava eisini í hyggju at koma nærri at yvirskipaðu málunum um størri opinleika og skynsaman rakstur.
Vinarliga
Edvard Heen,
stjóri
- Samlivandi pensjónistarHósdagur 16-01-2025Persónar, sum liva saman í hjúnarbandslíknandi parlagi og sum verða fólka- ella fyritíðarpensjónistar aftaná 1. januar 2025 fara framyvir at
- Bólkavenjing fyri fólk, ið hava afasiHósdagur 09-01-2025Hevur tú afasi? Ert tú millum 18-67 ár? Deildin Samskiftismenning fer í februar 2025 at bjóða bólkavenjing fyri fólk, ið hava fingið afasi.
- Tilboðið um viðlíkahaldsvenjing víðkaðMikudagur 08-01-2025Tilboðið viðlíkahaldsvenjing er nú víðkað til at fevna um allar heimabúgvandi borgarar, í aldrinum 18 ár til pensjónsaldur, við skerdum førl