Samlivandi pensjónistar
Persónar, sum liva saman í hjúnarbandslíknandi parlagi og sum verða fólka- ella fyritíðarpensjónistar aftaná 1. januar 2025 fara framyvir at fáa somu veiting sum giftir pensjónistar.
Ein og hvør persónur, ið verður pensjónistur 1. janur 2025 og seinni og sum livur saman við øðrum persóni í hjúnarbandslíknandi parlagi, hevur skyldu at upplýsa Almannaverkinum um samlívsstøðuna, tá ið søkt verður um pensjón og eisini, tá ið samlívsstøðan broytist í framtíðini.
Andlát hjá pensjónisti - eftirsitarapensjón
Doyr ein giftur ella samlivandi pensjónistur, og hava bæði hann og tann eftirsitandi fingið pensjón, hevur tann eftirsitandi rætt til at fáa pensjónina og møguligu persónligu viðbótina til bústaðarútreiðslur hjá báðum tilsamans í 3 mánaðir frá endanum av tí mánaði, pensjónisturin doyr. Tó fella møguligar hjálpar-, røktar- og barnaviðbøtur burtur við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin ein pensionistur doyr.
Fyri samlivandi pensjónist er tað ein treyt fyri at fáa eftirsitaraveiting, at viðkomandi persónur hevur fingið pensjón sum samlivandi.
- Samlivandi pensjónistarHósdagur 16-01-2025Persónar, sum liva saman í hjúnarbandslíknandi parlagi og sum verða fólka- ella fyritíðarpensjónistar aftaná 1. januar 2025 fara framyvir at
- Bólkavenjing fyri fólk, ið hava afasiHósdagur 09-01-2025Hevur tú afasi? Ert tú millum 18-67 ár? Deildin Samskiftismenning fer í februar 2025 at bjóða bólkavenjing fyri fólk, ið hava fingið afasi.
- Tilboðið um viðlíkahaldsvenjing víðkaðMikudagur 08-01-2025Tilboðið viðlíkahaldsvenjing er nú víðkað til at fevna um allar heimabúgvandi borgarar, í aldrinum 18 ár til pensjónsaldur, við skerdum førl