
Skráin fyri Ung um kvøldið komandi vikurnar
Mikudagur 20-05-2020
Hvørt mikukvøld kl. 19-21:45 er kafékvøld fyri ung upp til 25 ár í Magnus Heinasonargøta 20 í Havn.
Vit møtast fleiri ung í hugnaliga umhvørvinum har vit kunnu fáa okkum ein drekkamunn og práta. Høvi er eisini til at spæla borðspøl og hugna um við sosialum tiltøkum. Eisini fara vit túrar viðhvørt.
Tiltakið er ætlað ungum sum kunnu hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar, karmarnar eru óformellir og hugnaligir.
Skráin í kvøld og komandi vikurnar er hendan:
20. mai: Spøl og hugni
27. mai: Spøl og hugni
3. juni: Spøl og bíleggja mat útifrá (gjalda sjálvi)
10. juni: Gongutúr og hugni
Les meira um Ung um kvøldið her.
Seinastu tíðindi
- Nýggjur stjóri settur fyri AlmannaverkiðTýsdagur 01-04-2025Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur í dag sett Hjørdis S. Mortensen í starvið sum nýggjur stjóri fyri Al
- Skráin til fimmti ára stovningardagin 2. maiHósdagur 20-03-2025Skráin til stóra hátíðarhaldið tann 2. mai er klár. Øll eru vælkomin at vitja Norðurlandahúsið hendan dagin, har nógv spennandi tiltøk eru á
- Almannaverkið fimmti ára stovningardag: Stórt alment hátíðarhald 2. maiMánadagur 17-03-20251. apríl 1975 varð Almannastovan sett á stovn. Áðrenn hetta hevði almannaøkið verið umsitið av Danmark, men nú kom tað á føroyskar hendur –