
Stuðul til uppihaldspening seinna hálvár 2024 - umsóknarfreist
Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2024 saman við kvittanum fyri goldnum barnagjøldum ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 6. desember 2024.
Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barnagjøld ella hjúnafelagagjøld eru goldin.
Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir.
Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 6. desember 2024 kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í juni 2025.
Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barnagjald ella hjúnafelagagjald frá Familjufyrisitingini ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini.
Fyri barnagjald verður 40% stuðul einans veittur, fyri tann álagda partin av árliga gjaldinum, ið størri enn vanligt barnagjald.
Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.
Søk um stuðul til uppihaldspening - børn
Stuðul til hjúnafelagagjald er 40% av álagda gjaldinum.
Søk um stuðul til uppihaldspening - hjúnafelagagjald
Um tú ikki hevur vangan, finst umsóknarblað her.
Les meira um stuðulin her.
Freist fyri stuðli ár 2024
Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2024, skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2025. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum í 2024 burtur.
Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis"
- Nýggjur stjóri settur fyri AlmannaverkiðTýsdagur 01-04-2025Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur í dag sett Hjørdis S. Mortensen í starvið sum nýggjur stjóri fyri Al
- Skráin til fimmti ára stovningardagin 2. maiHósdagur 20-03-2025Skráin til stóra hátíðarhaldið tann 2. mai er klár. Øll eru vælkomin at vitja Norðurlandahúsið hendan dagin, har nógv spennandi tiltøk eru á
- Almannaverkið fimmti ára stovningardag: Stórt alment hátíðarhald 2. maiMánadagur 17-03-20251. apríl 1975 varð Almannastovan sett á stovn. Áðrenn hetta hevði almannaøkið verið umsitið av Danmark, men nú kom tað á føroyskar hendur –