DSCF9763.JPG

Ættleiðingarstuðul

Um tú ættleiðir útlendskt barn, kanst tú eftir umsókn fáa stuðul upp á 100.000 kr. til útreiðslur í sambandi við ættleiðingina. Ættleiðingarstuðul verður veittur eina ferð fyri hvørt barnið. Barnið skal vera ættleitt gjøgnum ein av teimum felagsskapum, sum eru alment góðkendir.

Stuðulin verður rindaður, tá Familjufyrisitingin hevur sent Almannaverkinum váttan um, at barnið er komið til Føroyar.

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um ættleiðingarstuðul innan 14 dagar - tá ið øll neyðug skjøl eru innkomin.