DSCF8881.JPG

Arbeiði uttanlands

Arbeiði í norðurlondum

Tá ið ein fer í annað norðurland at arbeiða uttan at flyta bústað, er útgangsstøðið, at ein rindar sosiala trygd í arbeiðslandinum. Men sambært Norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd/EØS-fyriskipan 883/04 ber til at velja, at gjalda sosiala trygd í heimlandium og harvið sleppa undan at rinda sosiala trygd í arbeiðslandinum.

Treytin er, at ein ert sosialt tryggjað/ur í heimlandinum.

Leikluturin hjá Almannaverkinum

Almannaverkið er føroyskur samskiftisstovnur í sambandi við umsitingina av omanfyri nevnda sáttmála. Tí skulu fólk, sum fara í annað norðurland at arbeiða, og sum vilja sleppa undan at gjalda sosialatrygd í arbeiðslandinum, søkja Almannaverkið um, at verða sosialt tryggjaði í Føroyum og rinda sosialu trygdargjøldini her.

Oyðiblaðið N101, ið liggur á heimasíðuni hjá Almannaverkinum skal fyllast út og sendast til Almannaverkið.

Eisini ber til at søkja umvegis vangan.

 

Útfyll N101 á vanganum

Mannagongd

Tá Almannaverkið hevur mótikið umsóknarblaðið N101, kannar Almannaverkið um ein lýkur treytirnar fyri føroyskum lógartilvali. Um so er, játtar Almannaverkið einum, at verða sosialt tryggjaður í Føroyum og  er ein tá í útgangsstøðinum sosialt tryggjaður her.

Almannaverkið fráboðar myndugleikunum í arbeiðslandinum um, at ein hevur valt at verða sosialt tryggjaður í heimlandinum.

Almannaverkið kunnar TAKS (BAS og Heilsutrygd) og ALS um hesi viðurskifti soleiðis, at tryggjað verður, at lógarásettu gjøldini verða heinta og ein harvið framhaldandi er tryggjaður í føroysku skipanunum.

Útlendski samskiftismyndugleikin boðar viðkomandi myndugleikunum í arbeiðslandinum frá, at ein er tryggjaður í heimlandinum.

Tað kann, í heilt serligum førum, verða viðurskifti, sum hava við sær, at arbeiðslandi ikki góðktekur, at ein er sosialt tyggjaður í heimlandinum - hetta verður fráboðað Almannaverkinum, sum so kannar málið.

Kunnu ivamálini fáast í rætt lag, verður játtað av nýggjum. 

Fáast viðurskiftini ikki í rætt lag, verða gjøld til sosiala trygd at gjalda í arbeiðslandinum.

Treytir

Føroyskur arbeiðsgevari, sum átekur sær arbeiðsuppgávur uttanlands og hevur arbeiðstakarar við sær, sum eru búsitandi í Føroyum, eigur at fáa greiðu á nevndu viðurskiftum, áðrenn farið verður avstað.

Velur ein at tryggja teg undir sosialu skipanunum í arbeiðslandinum, hevur ein eisini ávís rættindi til veitingar haðani, men velur ein at søkja um undantak frá at rinda til skipanirnar í arbeiðslandinum, sigur ein frá tær øll rættindi haðani.

 

Tíðarskeiði, ið tilvalið/frávalið er galdandi

Føroyskt lógartilval verður játtað fyri eitt 2 ára tíðarskeið. Tá tíðarskeiðið er runnið, skal søkjast aftur av nýggjum.

Hevur ein valt at verða sosialt tryggjaður í Føroyum og skiftir ein arbeiðsgevara, í arbeiðslandinum innfyri 2 ára tíðarskeiðið játtanin er galdandi, skal ein fráboða nýggja arbeiðsgevaranum, at ein ert sosialt tryggjaður Føroyum.

Arbeiði uttan fyri norðurlond A1 (A001)

Tá Føroyingar søkja sær arbeiði í uttanlands, verður ofta biðið um ein A1 ella A001 skjal.

Talan er um eitt EU skjal sum verður nýtt í sambandi við flytføra arbeiðsmegi.

 

Almannaverkið kann ikki útvega hendan frymilin av tí orsøk, at Føroyar ikki eru partur av EU.

 

Almannaverkið kann undir ávísum treytum vátta, at ein er sosialt tryggjaður í Føroyum.

Hevur ein tørv á hesum, kann ein venda sær til Almannaverkið.

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um familjuískoyti innan ein mánað.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa møguligar aðrar upplýsingar.