DSCF9319.JPG

Familjuískoyti

Familjuískoyti til familjur við lágari inntøku

Møguleiki er hjá barnafamiljum, ið hava lága inntøku, at fáa fíggjarligan stuðul við at fylla út umsóknarblað og senda tað til Almannaverkið. Familjan skal hava skrásettan bústað í Føroyum.

Av tí at útgjaldið er treytað av umsókn og kemur í gildi frá tí mánaði, umsóknin er móttikin, er umráðandi at lata umsókn inn sum skjótast.

Søk familjuískoyti umvegis Vangan

Rokna familjuískoyti
Trýst her

Tú kanst rokna tína veiting við at svara spurningunum niðanfyri. Gev gætur, at roknarin bara er vegleiðandi.

Hjúnalagsstøða
Børn
Havi børn undir 18 ár, ið - eisini sbrt. Landsfólkayvirlitið - búgva hjá mær/okkum
Upplýs, hvussu nógv børn:
Inntøka
Tín inntøka um árið:
Inntøka hjúnafelagi/samlivari:
Ogn
Eg og møguligur hjúnafelagi/samlivari eigi/eiga ogn, ið er hægri enn 30.000 kr
{{ preventMessage }}
Tín veiting um mánaðin
{{ resultSummary[resultSummary.length-1].value/12 | number:0 }} kr.
Fyrivarni: Rokniamboðið er bert vegleiðandi.


Um familjuískoyti

Vanligt familjuískoyti

Familjuískoyti verður veitt støkum, hjúnum og samlivandi umframt fosturforeldrum, sum sambært skráseting á Landsfólkayvirlitinum hava heimabúgvandi børn undir 18 ár. Um barnið uppiheldur sær fyribils uttan fyri heimið í útbúgvingarørindum í upp til eitt ár, verður sæð burtur frá treytini um, at barnið skal vera heimabúgvandi. Ískoytið er tongt at inntøku og ogn, meira um hetta undir “Inntøkuviðurskifti”.

Familjuískoytið er 24.000 kr. um árið (2.000 kr. um mánaðin) til stakar, hjún og samlivandi uppihaldarar, ið búgva saman við einum barni. Fyri hvørt barnið aftaná tað fyrsta hækkar ískoytið við 6.000 kr. um árið (500 kr. um mánaðin).

Hækka familjuískoyti til lágar inntøkur

Afturat vanliga familjuískoytinum kunnu støk við inntøkugrundalagi undir 120.000 kr. fáa eitt eyka ískoyti á í mesta lagi 2.000 kr. um mánaðin. Ískoyti minkar tá inntøkugrundalagi fer uppum 120.000 kr. og fellur burtur hjá inntøkugrundalagi fer uppum 220.000 kr.

Afturat vanliga familjuískoytinum kunnu hjún og samlivandi við inntøkugrundalagi undir 220.000 kr. fáa eitt eyka ískoyti á í mesta lagi 2.000 kr. um mánaðin. Ískoyti minkar tá inntøkugrundalagi fer uppum 220.000 kr. og fellur burtur hjá inntøkugrundalagi fer uppum 320.000 kr.

Inntøkuviðurskifti

Støk

Er inntøkugrundalagi seinastu 12 mánaðarnar 220.000 kr. fyri støk ella lægri verður fult familjuískoyti útgoldið. Ískoytið minkar síðani við einum prosentparti av muninum millum inntøkugrundalagi seinastu 12 mánaðarnar og 220.000 kr.

Prosentparturin er 25 % fyri 1 ella 2 børn og 30 % fyri 3 ella fleiri børn. Familjuískoytið fellur burtur, um inntøkugrundarlagi seinastu 12 mánaðarnar er oman fyri 290.000 kr.

Lækkingin er sostatt tongd at inntøku og barnatali.

Rokna veitingina út á roknimaskinuni við at tøppa inn tínar persónligu upplýsingar.

Gift ella sambúgvandi

Er inntøkugrundalagi seinastu 12 mánaðarnar 320.000 kr. fyri gift/sambúgvandi ella lægri, verður fult ískoyti útgoldið. Ískoytið minkar síðani við einum prosentparti av muninum millum inntøkugrundalagi hjá húskinum seinastu 12 mánaðarnar og 320.000 kr.

Prosentparturin er 25 % fyri 1 ella 2 børn. Familjuískoytið fellur burtur, um inntøkugrundalagi hjá húskinum seinastu 12 mánaðarnar er oman fyri 390.000 kr.

Prosentparturin er 30 % fyri 3 ella fleiri børn. Familjuískoytið fellur burtur, um inntøkugrundalagi hjá húskinum er oman fyri 410.000 kr.

Lækkingin er sostatt tongd at inntøku og barnatali.

Rokna veitingina út á roknimaskinuni við at tøppa inn tínar persónligu upplýsingar.

Ogn

Umframt inntøku hevur ogn eisini týdning. Er ognin oman fyri 30.000 kr, verður einki útgoldið. Endurgjald fyri varandi mein ella líknandi er ikki at síggja sum ogn í hesum sambandi.

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um familjuískoyti innan 14 dagar.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa møguligar aðrar upplýsingar.