Fyribils uppihaldsveiting
Uppihaldsveiting vegna sjúku kanst tú søkja um at fáa, um tú ongan annan møguleika hevur at uppihalda tær og tínum. Tað vil siga, at tú skalt hava troytt allar møguleikar fyri at hava inntøku, ið kann tryggja tær uppihald.
Tú kanst rokna tína uppihaldsveiting við at svara spurningunum niðanfyri. Gev gætur, at roknarin bara er vegleiðandi.
Gev gætur, at fyribils uppihaldsveiting er treytað av, at tú ikki eigur ogn, t.v.s. reiðupengar ella innistandandi, virðisbrøv ella aðra ogn, sum við sølu kann nýtast til at nøkta fíggjarliga tørvin. Tó verður sæð burtur frá tøkum pengum til og við 30.000 kr. Avlamisendurgjald o.l. (stakupphædd) eru ikki at rokna sum ogn í hesum høpi.
Treytir fyri at fáa fyribils uppihaldsveiting er at tú ikki hevur inntøku av týdningi, at tú ikki hevur ogn yvir kr. 30.000, at tú er búsitandi og uppiheldur tær í Føroyum, og er eldri enn 18 ár.
Um tú er yngri enn 18 ár, so kann tú fáa fyribils uppihaldsveiting, um tú er við barn, er foreldur at barni ella er í hjúnalagi.
Hevur tú aðra inntøku sama tíðarskeið, tú fært uppihaldsveiting, verður inntøkan mótroknað í veitingini.
Inntøka er til dømis:
- løn
- veiting frá Arbeiðsloysisskipanini
- veiting eftir sjúkradagpeningalógini
- veiting frá Trygdargrunninum
- veiting frá Vanlukkutryggingini
- hjúnafelagagjald
- rentu- og leiguinntøka
- frítíðarpeningur
- pensjón
- onnur inntøka
Fyribils uppihaldsveiting verður ásett eftir um tú er yngri ella eldri enn 25 ár, um tú er einsamallur ella sambúgvandi og um tú er forsyrgjari at børnum.
Um serlig viðurskifti gera seg galdandi hjá tær, er møguligt at søkja eitt ískoyti til ásettu veitingina.
Allar inntøkur hjá tær verða drignar frá í veiting eftir almannalógini. Við at nýta roknaran niðast á síðuni, sært tú, hvussu inntøkan ávirkar veiting tína.
Fyribils uppihaldsveiting er skattskyldug.
Um tú ikki hevur annan møguleika at uppihalda tær og tínum vegna sjúku, so kann tú søkja um fyribils uppihaldsveiting.
Um tú er arbeiðsleysur ella ikki hevur rætt til útgjald frá ALS, so kann tú søkja um fyribils uppihaldsveiting. Tú kanst eisini søkja um ískoyti til útgjaldið frá ALS.
Um tú ikki fær ansingarpláss á dagstovni ella í dagrøkt, og tí ikki sleppur til arbeiðis, hevur tú møguleika fyri at søkja um fyribils uppihaldsveiting.
Umframt at lúka vanligu treytirnar fyri uppihaldsveiting, er tað ein treyt, at barnið er skrivað upp til ansing. Eisini skal kommunan hvønn mánað vátta, at tað í løtuni er ógjørligt at útvega ansingarpláss.
Um tú ikki lýkur treytirnar fyri barsilsfarloyvi sambært Barsilsgrunninum, kanst tú søkja um fyribils uppihaldsveiting ella um sjúkradagpening.
Almannahendingar sum samlívsslit, deyði hjá hjúnarfelaga ella barni ella bústaðarloysi eru broytingar í tínum viðurskiftum, ið kunnu hava við sær, at tú kann søkja um fyribils uppihaldshjálp.