Fyritíðarpensjón
Fyritíðarpensjón er ætlað fólki, sum orsakað av varandi avlamni ikki eru før fyri at starvast á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Talan kann vera um likamligt, sálarligt ella sosialt avlamni.
Trý stig av fyritíðarpensjón – lægsta, miðal og hægsta
Pensjónsupphæddin verður ásett í samsvari við skert arbeiðsføri. Hevur tú eitt ávíst arbeiðsføri og arbeiðir eftir førimuni, kanst tú t.d. fáa lægstu fyritíðarpensjón sum ískoyti. Er vinnuførleikin so skerdur, at hann er mettur at vera einans 1/3 av vanligum arbeiðsføri, kanst tú fáa miðal fyritíðarpensjón. Hevur tú fingið staðfest, at tú einki ella lítið og einki arbeiðsføri hevur, kanst tú fáa hægstu fyritíðarpensjón.
Tú kanst rokna tína fyritíðarpensjón við at svara spurningunum niðanfyri. Gev gætur, at roknarin bara er vegleiðandi.
Tann, ið bert hevur helvt ella minni enn tað eftir av sínum arbeiðsføri, kann fáa fyritíðarpensjón. Tó royna vit fyrst og fremst, og helst í samráð við teg, at finna útav, um tað ber til at finna tær pláss og fótafesti á arbeiðsmarknaðinum við øðrum fyriskipanum. Tað verður gjørt út frá tí hugburði, at tað fremur lívsvirðið at vera á arbeiðsmarknaðinum. Allir møguleikar fyri at finna tær eitt arbeiði, ið tú klárar hóast sjúku ella avlamni eiga at vera royndir fyrst. Somuleiðis er neyðugt at kanna, um til ber at endurmenna arbeiðsførið hjá tær við útbúgving, umskúling, serligum hjálpartólum, sjúkuviðgerð o.s.fr.
Og ikki fyrr enn allir møguleikar at finna tær eitt hóskandi arbeiði ella endurmenna arbeiðsførið hjá tær eru kannaðir, ber til at fara til endaliga og avgerandi stigið um at viðgera støðu tína sum komandi fyritíðarpensjónistur.
Tað tekur tíð at viðgera eitt mál um fyritíðarpensjón, m.a. tí upplýsingar skulu fáast til vega frá fleiri fakmyndugleikum. Vit ómaka okkum tó at geva tær so rætta, skjóta og virðiliga viðgerð sum gjørligt.
Serligar umstøður og tørvur á bráðviðgerð av fyritíðarpensjón – álvarslig sjúka og slit
Fólk, ið hava fingið staðfest ólekjandi sjúku og eru terminalsjúklingar skulu sjálvsagt ikki gjøgnum arbeiðsbúgving, áðrenn pensjón verður játtað. Eisini tey yvir 60 ár, sum eru niðurslitin og óarbeiðsfør, fáa umsókn sína um fyritíðarpensjón viðgjørda uttan at skula í arbeiðsbúgving. Vendið tykkum til Almannaverkið at fáa at vita, hvussu skilabest verður farið fram.
Treytin er, at tann, sum fær fyritíðarpensjón:
- er millum 18 og fólkapensjónsaldur.
- er danskur ríkisborgari ella er gift/-ur við ella seinast hevur verið gift/-ur við donskum ríkisborgara
- hevur fastan bústað í Føroyum ella hýru við føroyskum skipi
- hevur havt fastan bústað í danska ríkinum í minsta lagi í 3 ár, frá tí viðkomandi var 15 ár, til varandi skerda arbeiðsførið varð staðfest
Allar treytir skulu vera loknar.
Undantøk – tá ið tú ikki lýkur vanligar treytir
Landsstýrismaðurin kann gera undantak frá treytunum. Somuleiðis kann undantak gerast samsvarandi sáttmálum við onnur lond, sum Føroyar hava skrivað undir og eru partur av. Nordisk Konvention om Social Sikring - javnbjóðis rættur fyri norðurlendingar er ein tílíkur sáttmáli. Hann javnsetir borgarar í øllum Norðurlondum soleiðis, at ein norðurlendingur, sum hevur búð og/ella arbeitt í tveimum ella fleiri Norðurlondum, kann hava rætt til pensjón í fleiri londum.
Innvunnin fyritíðarpensjón fyri bústaðartíð og arbeiðstíð
Fyri at fáa fyritíðarpensjón skalt tú hava búð 4/5 av tíðini í Føroyum, frá tí tú vart 15 ár, til óarbeiðsførið verður staðfest. Hevur bústaðartíðin í Føroyum verið styttri, minkar fyritíðarpensjónsútgjaldið í samsvari við bústaðartíðina.
Flytur tú til Danmarkar ella Grønlands varðveitir tú rættin til fyritíðarpensjón, inntil endalig avgerð um fyritíðarpensjón ella annað varandi uppihaldsgrundarlag er tikin í Danmark ella í Grønlandi, tó í mesta lagi upp til 1 ár.
Ætlar tú at flyta til annað land, eftir at tú hevur fingið fyritíðarpensjón, skalt tú søkja um hetta at vita, um tað ber til. Tað er nevniliga so, at tú kanst hava fingið játtað fulla fyritíðarpensjón í Føroyum, men tú hevur ikki rætt at taka alla pensjónina við tær, tí ein partur er vunnin uttanlands.
Spyr teg fyri á Almannaverkinum, so tú ikki kemur í eina óhepna støðu.
Tá søkt verður um fyritíðarpensjón úr øðrum landi, skal læknaváttan fylgja við.
Umsóknin um fyritíðarpensjón verður viðgjørd sambært lógunum í viðkomandi landi, og lýkur tú treytirnar, verður pensjón játtað í mun til árini, tú hevur búð har.
Búð í øðrum londum
Um fyritíðarpensjónistur, sum er búsitandi í Føroyum, hevur búð og arbeitt í øðrum londum, kann vera, at hann hevur innvunnið sær fyritíðarpensjón har. Ger vart við hetta á umsóknarblaðnum, tá ið tú søkir um fyritíðarpensjón, og set teg í samband við Almannaverkið at fáa greiði á hesum viðurskiftum.
Búð í danska ríkinum, Føroyum, Danmark ella Grønlandi
Hevur tú búð í Føroyum, Danmark ella Grønlandi verður bústaðartíðin í londunum løgd saman og fyritíðarpensjón útgoldin sambært lógunum í tí landinum, tú býrt í, tá ið tú skalt fáa fyritíðarpensjón.
Búð í Norðurlondum
Um fyritíðarpensjónistur, sum er búsitandi í Føroyum, hevur búð í einum av hinum Norðurlondunum, t.d. Íslandi, Noregi, Svøríki ella Finnlandi í aldrinum frá 15 ár til tíðina, tá óarbeiðsførið verður staðfest, kann hann hava rætt til fyritíðarpensjón frá tí landinum ella teimum londunum.
Ger vart við hetta á umsóknarblaðnum, tá ið tú søkir um fyritíðarpensjón, og set teg í samband við Almannaverkið at fáa greiði á hesum viðurskiftum.
Ein norðurlendingur vinnur sær rætt til pensjón í mun til bústaðartíðina í tí einstaka Norðurlandinum. Full pensjón er 40/40. Pensjónin kann so verða býtt millum tvey ella fleiri lond í mun til bústaðartíðina. T.d. kann ein pensjónistur fáa 35/40 av pensjónini í Føroyum og 5/40 í Noregi.
Tá søkt verður um fyritíðarpensjón, er umráðandi at svara teimum spurningum á umsóknarblaðnum, sum viðvíkja ríkisborgaraskapi og møguligum bústaði í útlandinum.
Almannaverkið virkar sum millumliður millum londini, til málið er avgreitt.
Bústaðartíðin verður útroknað eftir, hvussu nógv ár tú hevur havt fastan bústað í danska ríkinum, frá tí tú fylti 15 ár, og til tann dagin tú fekst játtað pensjón.
Fyri fólkapensjónistar merkir tað, at tú hevur rætt til fulla pensjón, um tú hevur havt fastan bústað í Føroyum, Danmark ella Grønlandi í tilsamans 40 ár.
Treytir hjá fyritíðarpensjónistum er lagaligari, tí í nógvum førum verður fyritíðarpensjón játtað, áðrenn møguligt er at vinna sær 40 ára bústaðartíð, men útrokningarhátturin er av somu orsøk meira fløktur.
Bústaðartíðin hjá fyritíðarpensjónistum verður roknað eftir lutfallinum millum bústaðartíð í danska ríkinum og eina sokallaða “teoretiska bústaðartíð”.
Tann tíðin, tú hevur búð í danska ríkinum, verður nevnd “faktiska bústaðartíðin”.
“Teoretiska bústaðartíðin” er tíðin, frá tí tú fylti 15 ár, og til tann dagin, tú fekst játtað pensjón.
Fyri at fáa fulla fyritíðarpensjón skal “faktiska bústaðartíðin” vera í minsta lagi 4/5 av “teoretisku bústaðartíðini”.
Dømi 1:
En persónur, sum júst er fyltur 40 ár, fær játtað fyritíðarpensjón. Teoretiska bústaðartíðin er tey 25 árini, frá tí hann fylti 15, og til hann fekk játtað fyritíðarpensjón.
Hann hevur búð 20 ár í danska ríkinum, frá tí hann fylti 15 ár. Av hesum eru 10 ár í Føroyum, 4 ár í Grønlandi og 6 ár í Danmark. Restina av tíðini hevur hann búð uttan fyri danska ríkið.
Land | Bústaðartíð (ár) | Mánaðir | Brot |
Føroyar | 10 | 120 | 20/40 |
Grønland | 4 | 48 | 8/40 |
Danmark | 6 | 72 | 12/40 |
20 | 240 | 40/40 |
Hetta gevur rætt til fulla pensjón, tí faktiska bústaðartíðin, sum er 20 ár, svarar til 4/5 av teoretisku bústaðartíðini.
Dømi 2:
Sama dømi, men í hesum føri hevur hann bert búð 17 ár í danska ríkinum, frá tí hann fylti 15 ár. Av hesum eru 10 ár í Føroyum, 3 ár í Grønlandi og 4 ár í Danmark. Restina av tíðini hevur hann búð uttan fyri danska ríkið.
Land | Bústaðartíð (ár) | Mánaðir | Brot |
Føroyar | 10 | 120 | 20/40 |
Grønland | 3 | 36 | 6/40 |
Danmark | 4 | 48 | 8/40 |
17 | 204 | 34/40 |
Hetta gevur rætt til 34/40 av fullari pensjón.
Umsókn um fyritíðarpensjón verður viðgjørd eftir rættiliga fastari mannagongd. Sjá mannagongd niðanfyri. Áðrenn tú søkir um fyritíðarpensjón, mæla vit til, at tú setir teg í samband við sosialráðgeva at greiða frá tíni støðu, so tú eisini kanst fáa nærri at vita um útlit og mannagongdir. Stórur dentur verður lagdur á grundiga og neyva málsviðgerð, tí fyritíðarpensjón merkir, at talan er um eina varandi støðu, at arbeiðsførið hjá tær er varandi skert, og at tú sum borgari ikki fært verið á arbeiðsmarknaðinum og tískil ikki uppihildið tær sjálvum og møguligari familju við vanligari inntøku.
Mannagongd, tá ið umsókn um fyritíðarpensjón er latin Almannaverkinum
Tú sendir Almannaverkinum umsókn um fyritíðarpensjón vegna varandi skert arbeiðsføri ella sosialar/heilsuligar trupulleikar og fært eina móttøkuváttan, sum sigur tær, at málið er farið í gongd, og at arbeitt verður eftir punktunum niðanfyri. Avgerðir um fyritíðarpensjón vegna varandi skert arbeiðsføri ella serlig sosial (heilsulig) viðurskifti verða grundaðar á:
1) sosialfakliga meting av arbeiðsførinum, har hesi viðurskifti hjá tær verða tikin við í metingina:
- útbúgving
- starv og arbeiðsuppgávur higartil
- aðrir arbeiðsmøguleikar
- arbeiðsbúgvingarroyndir og møguleikar
- inntøkuviðurskifti higartil og nú
- aldur
- bústaður (øki)
- onnur serlig viðurskifti, ið kunnu hava týdning fyri meting av skerda arbeiðsførinum
2) læknaliga og/ella sálarfrøðiliga meting av heilsustøðuni og avleiðingar av henni fyri virkisførleikan hjá umsøkjaranum
3) innkalling til samrøðu við sosialráðgeva fyri at kunna lýsa onnur viðurskifti so gjølla og rætt sum til ber og harvið kunna gera eina haldgóða lýsing av støðuni hjá tær og fáa tína egnu meting av henni. Almannaverkið heintar inn upplýsingar um inntøkuviðurskiftini frá skattamyndugleikunum.
4) viðgerðartíðin kann vera drúgv, men tað er tí at nógv viðurskifti skulu kannast og greiðast, áðrenn støða kann takast til fyritíðarpensjón. Vit leggja dent á, at avgerðin er haldgóð, tí talan er um framhaldandi veiting, til tú fært fólkapensjón.
5) møguleikar fyri almannaveiting, meðan tú bíðar eftir avgerðini:
a) verður mett sannlíkt, at tú fert at fáa pensjón, kann Almannaverkið byrja at gjalda út forskot, áðrenn avgerðin er tikin. Hetta verður gjørt, um tú ikki fært løn, sjúkudagpengar ella aðra veiting í tíðini, til avgerðin er tikin.
b) er meiri ivasamt, hvat úrslitið verður, er møguligt at fáa hjálp eftir almannalógini, um tú ikki klárar at uppihalda tær og tínum.
6) útgjald, tá ið fyritíðarpensjón er játtað:
Tú fært fyritíðarpensjón útgoldna frá tí fyrsta í mánaðinum, eftir at umsóknin er játtað. Er viðgerðartíðin frá umsókn til játtan longri enn 3 mánaðir roknað frá tí fyrsta í mánaðinum, eftir at umsóknin er mótikin, fært tú fyritíðarpensjónina útgoldna sum eitt eftirgjald. Eftirgjaldið verður tá roknað frá tí fyrsta í fjórða mánaðinum, eftir at umsóknin er móttkin. Sí dømi á tíðarlinju niðanfyri:
Umsókn móttikin | Eftirgjaldsdagur fyritíðarpensjón | Fyritíðarpensjón Játtað |
14. apríl | 1. august | 11. desember |
Hevur tú fingið aðra almannaveiting, t.d. sjúkudagpengar, meðan umsóknin um fyritíðarpensjón er viðgjørd, verður fyritíðarpensjón kortini ikki veitt fyrr enn frá fyrsta í mánaðinum eftir, at tann veitingin er steðgað.
Lægsta fyritíðarpensjón – tá ið varandi tørvur á veiting til uppihalds er staðfestur
Ert tú millum 50 og 67 ár kanst tú fáa lægstu fyritíðarpensjón, tá ið viknandi heilsa, vantandi arbeiðsmøguleikar ella aðrar serligar umstøður gera, at tú hevur varandi tørv á uppihaldsveiting (sokallaðari sosialpensjón).
Tú kanst fáa lægstu fyritíðarpensjón, um tú hevur mist rættin til einkjupensjón, tí yngsta barnið er fylt 18 ár, og útlit ikki eru fyri, at tú klárar ella fert at klára at uppihalda tær og møguligari familju sjálvstøðugt orsakað av viknandi heilsu, vantandi arbeiðsmøguleikum ella øðrum sosialum umstøðum.
Sum fyritíðarpensjónistur kanst tú arbeiða og hava inntøku. Fer inntøkan upp um frádráttarfríu upphæddina, verður hon drigin frá í pensjónsútgjaldinum. Eisini skalt tú hava í huga, hvussu nógv tú arbeiðir, tá ið tú fært almannaveiting orsakað av varandi skerdum arbeiðsføri. Almannaverkið kann endurskoða tína støðu og sína meting av skerda arbeiðsførinum grundað á arbeiðsavrikið.
Hevur tú støðugt tørv á persónligari hjálp frá øðrum, kanst tú hava rætt til eina hjálparviðbót.
Stavar avlamni frá blindni ella veikari sjón, hevur tú rætt til hjálparviðbót
Hjálparviðbótin eru ætlaðar at gjalda kostnaðin at útvega sær neyðugu hjálpina og røktina.
Hjálparviðbótin fellur vanliga burtur, um tú fært stuðul frá Trivnaðardeplinum, uppihald á stovni ella sambýli og líknandi stuðul, ið hevur sama endamál sum viðbøturnar.
Røktarviðbót kanst tú fáa í staðin fyri hjálparviðbót, um tú hevur tørv á varandi røkt ella støðugari umsjón, ið ger tað neyðugt, at onnur alla tíðina eru hjá.
Røktarviðbótin eru ætlaðar at gjalda kostnaðin at útvega sær neyðugu hjálpina og røktina.
Røktarviðbót fellur vanliga burtur, um tú fært stuðul frá Trivnaðardeplinum, uppihald á stovni ella sambýli og líknandi stuðul, ið hevur sama endamál sum viðbøturnar.
Hevur tú sum fyritíðarpensjónistur ikki ráð at gjalda útreiðslur, sum eru neyðugar og rímiliga grundaðar, kanst tú hava rætt til persónliga viðbót. Viðbótin kann annaðhvørt vera fult ella partvíst gjald av stakútreiðslu ella afturvendandi útreiðslu.
Ein ítøkilig meting skal gerast av tínum fíggjarligu viðurskiftum, áðrenn viðbótin kann játtast. Viðbót verður bert veitt, um útrokningin vísir, at tú ikki hevur ráð til útreiðsluna.
Hevur tú ogn, sum kann nýtast at gjalda útreiðsluna, t.d. innistandandi í peningastovni, hevur tú ikki rætt til viðbót.
Almannaverkið skal hava umsókn um stuðul, áðrenn tú bindur teg til útreiðsluna.
Pensjónistar og persónar, ið fáa varandi veiting, kunnu hava rætt til brennistuðul.
Treytin fyri at fáa brennistuðul er:
- at stakur pensjónistur ikki hevur hægri ársinntøku umframt pensjónina enn 60.000 kr.
- at giftur ella samlivandi pensjónistur saman við hjúnafelaga ella samlivara ikki hevur hægri ársinntøku umframt pensjónina enn 80.000 kr.
- Hjún og samlivandi, sum bæði eru pensjónistar, fáa eina felags viðbót, sum verður útgoldin við einari helvt til hvønn.
- Viðbótin verður ikki latin fyritíðarpensjónistum, ið búgva á stovni, sum er góðkendur sambært lóg um almenna forsorg.
Hevur tú hug at vera á arbeiðsmarknaðinum, hóast tú hevur munandi skert arbeiðsføri? Hug at verða partur av einum arbeiðsumhvørvi og at hava starvsfelagar? Fyriskipanin um avtalaða løn til fyritíðarpensjónistar kundi verið ein møguleiki. Tú kanst saman við einum arbeiðsgevara gera avtalu um fyrifallandi uppgávur, sum tú kanst vera við til at útinna. Talan vil ikki verða um vanligu uppgávurnar hjá starvsfólkinum, men fyrifallandi uppgávur, sum samtíðis eru gagnligar fyri arbeiðsplássið. Lóggávan ger tað møguligt hjá einum fyritíðarpensjónisti at gera avtalu við ein arbeiðsgevara á vanliga arbeiðsmarknaðinum um eina serliga arbeiðsfyriskipan. Møguleikarnir fyri, hvat starv tú kanst átaka tær, eru fleiri. Sum dømi kann nevnast at hjálpa við at gera kaffi og halda køkin, hjálpa á einari goymslu ella annað fyrifallandi arbeiði, ið tú hevur hug og hegni til.
Hvør er í málbólkinum?
Í málbólkinum fyri fyriskipan um avtalaða løn eru fyritíðarpensjónistar, sum vegna skert arbeiðsføri ikki er mettir at hava restarbeiðsevni, sum kunnu nýtast á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum. Hettar merkir, at viðkomandi skal fáa hægstu fyritíðarpensjón.
Treytir
Talan skal vera um arbeiðsuppgávur, sum eru at meta sum fyrifallandi arbeiði á einum arbeiðsplássi á vanliga arbeiðsmarknaðinum, og arbeiðstíðin kann í mesta lagi vera 15 tímar um vikuna.
Almannaverkið skal vátta, at viðkomandi er fyritíðarpensjónistur. Váttanin fæst við við at venda sær til Almannaverkið.
Hvørjir partar gera avtaluna?
Tað er fyritíðarpensjónisturin sjálvur og arbeiðsgevarin, sum í samráð við viðkomandi fakfelag, gera avtalu um løn til serliga arbeiðsfyriskipan. Í avtaluni eru viðurskifti um løn og arbeiðstreytir annars, til dømis arbeiðstíð.
Lógarheimild “Avtalað løn til fyritíðarpensjónistar” verður gjørd sambært § 24 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Ert tú fyritíðarpensjónistur og røkkur fólkapensjónsaldur, verður fyritíðarpensjónin hjá tær umskift til fólkapensjón.
Almannaverkið ger skifti og tú hevur ikki fyri neyðinia at søkja um fólkapensjón.
Býrt tú uttanlands og hevur fingið rætt til at fáa fulla ella partvísa fyritíðarpensjón úr Føroym, eru nøkur viðurskiftir, ið tú skalt verða varugur við.
- Tú skal hava eitt virkið P-tal hjá TAKS
- Tú skal hava eina virkna bankakontu í einum føroyskum peningastovni.
- Lív- og inntøkuváttan:
- Árliga sendir Almannaverkið tær umbøn um lív- og inntøkuváttan (fyrst í septembur)
- Báðar váttaninar skulu sendast Almannaverkinum
- Eisini kanst tú senda váttaninar inn umvegis vangan og viðhefta viðkomandi skjøl.
- Freistin at lata inn er sett til 15. oktobur.
- Móttekur Almannaverki ikki váttaninar, steðgar pensjónin um ársskifti. Pensjónin verður tó sett í verk aftur, tá ið váttaninar eru móttiknar.
- Skiftir tú bústað uttanlands, mást tú boða Almannaverkinum frá hesum, so vit kunnu dagføra tínar bústaðarupplýsingar.
Eru ivamál hesum viðvíkjandi, set teg í samband við Almannaverkið.
Býrt tú í Danmark ella Grønlandi, hevur tú rætt til fyritíðarpensjón úr Føroyum í upp til 1 ár.