Hjálparráð - persónlig
Tú kanst fáa stuðul til at keypa neyðug hjálparráð, um tú ert avlamin ella hevur varandi sjúku- ella aldurstreytaðar veikleikar. Talan kann t.d. vera um
- bein- ella armprotesu
- serligar skógvar
- parúkk
- korsett
- tannprotesu
- hoyritól (Hoyriklinikkini á Landssjúkrahúsinum umsitur stuðul til hoyritól)
- annað
Hjálparráðið, ið er persónligt og lagað til júst tín tørv, skal hava avgerandi týdning fyri, um tú fært verið verandi í arbeiði ella bøta munandi um sjúkuna ella avlamnið ella lætta munandi um í gerandisdegnum í heiminum.
Treytin fyri at fáa stuðul til hjálparráðið er, at tú søkir frammanundan og hevur eina játtan, áðrenn tú bíleggur, tí at í hvørjum einstøkum føri er stuðulin grundaður á eina tørvsmeting og tí neyðuga og rímiliga í viðkomandi hjálparráðum.