Inntøkumissur - endurgjald
Endurgjald fyri inntøkumiss er ein fyriskipan, sum er ætlað
- foreldrum ella øðrum, sum mugu vera heima hjá børnum vegna sjúku ella brek.
- foreldrum, sum missa barn yngri enn 18 ár ella sum fáa eitt deyðføtt barn.
- avvarðandi hjá fólki undir fólkapensjónsaldur, sum ynskja at doyggja heima.
- avvarðandi hjá fólki undir fólkapensjónsaldur, sum hava seinheilaskaða.
Tá ið barn ber brek ella hevur varandi sjúku kann henda, at barnið ikki fær verið á stovni, ella at tað má vera heima í styttri ella longri tíð. Hetta kann hava við sær, at annað ella (hendingaferð) bæði foreldrini mugu frá arbeiði í styttri ella longri tíð, og tá er møguligt at fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku.
Endurgjald kann eisini verða veitt, tá ið talan er um:
- fráveru í sambandi við sjúkrahúsuppihald í Føroyum ella uttanlands
- frávera í samband við viðgerð hjá barninum
- fráveru tí barnið orsakað av brekinum ella sjúkuni, bert kann vera á dagstovni, dagrøkt ella skúla parttíð
- partvísa fráveru, tí barnið krevur so nógva umsorgan, umsjón og hjáveru alt samdøgrið, og at tað tí er neyðugt, at annað av foreldrunum er heima frá arbeiði, sjálvt um barnið er í dagansing ella skúla. T.d. tá ið talan er um fjølbrekað barn
Treytir
Tað er altíð ein fyritreyt fyri at fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, at møguleikin at ansa barninum á dagstovni, dagrøkt ella hjá Trivnaðardeplinum er troyttur fult út, eins og at skúlin hevur skipað skúlagongdina og undirvísingina við atliti at fortreytum hjá barninum.
Endamálið við endurgjaldi fyri inntøkumiss
Sum grundarlag fyri at veita stuðul ger Almannaverkið, í samráð við foreldrini ella onnur, ið uppihalda barninum, eina heildarmeting av ítøkiliga tørvinum og fyritreytunum hjá barninum og familjuni. Endamálið við stuðlinum er at linna og fyribyrgja, at støðan hjá barninum versnar, og at stuðla og lætta um hjá familjuni at uppihalda barninum heima við hús. Útgangsstøðið er, at familjan hevur ábyrgdina. Tað almenna stuðlar familjuni at lyfta hesa ábyrgd.
Foreldur, ið missa barn yngri enn 18 ár ella sum fáa eitt barn, ið er deyðføtt, kunnu søkja um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í tíðini eftir andlátið ella tíðina eftir, at barnið er deyðføtt. Tað merkir, at um barnið verður føtt aftan á 22. viku uttan at vísa lívstekin, kunnu foreldur fáa inntøkumiss. Foreldrini kunnu fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í 26 vikur í part.
Ansing av seinheilaskaddum í heiminum er orsakað av vantandi bústaði frá Almannaverkinum.Tann við seinheilaskaða skal verða góðkendur til eitt búpláss hjá Almannaverkinum, men standa á bíðilista.
Ansingin skal fara fram í heiminum hjá tí sjúka ella hjá ansaranum.
Tað er eitt krav, at tann sum ansar tann við seinheilaskaða hevur eitt serligt og tætt tilknýti til tann við seinheilaskaða.
Røktartørvurin skal verða staðfestur av lækna og røktartørvurin hjá tí við seinheilaskaða, skal samsvara við eitt fulltíðarstarv, og ansarin skal sostatt ikki hava annað starv samstundis.
Við doyggjandi er at skilja, at tann ansaði skal vera røktarkrevjandi og ikki fáa lekjandi viðgerð. Livitíðin væntast at vara í mesta lagi nakrar mánaðir. Støðan hjá tí doyggjandi skal ikki gera tað neyðugt við uppihaldi á sjúkrahúsi ella røktarbústaði. Ansingin skal fara fram í heiminum hjá tí sjúka ella hjá ansaranum.
Tað er eitt krav, at tann sum ansar tann doyggjandi, hevur eitt serligt og tætt tilknýti til tann doyggjandi.
Røktartørvurin skal verða staðfestur av lækna, og røktartørvurin hjá tí doyggjandi skal samsvara við eitt fulltíðarstarv, og ansarin skal sostatt ikki hava annað starv samstundis.
Endurgjald verður sum meginregla veitt við støði í inntøkugrundarlagnum seinastu 12 mánaðirnar fyri fráveruna. Endurgjald kann í mesta lagi vera 26.814 kr. um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundið eftirlønargjald sambært løgtingslóg um eftirløn.
Við fráveru frá arbeiði orsakað av brekinum ella sjúkuni hjá barninum, kann endurgjald veitast fulla tíð, parttíð ella ávísar dagar.
Verður veitt endurgjald fyri fulla tíð, kann endurgjald í mesta lagi vera 26.814 kr. Eisini hóast inntøkan áðrenn fráveruna var hægri enn 26.814 kr.
Er talan um parttíðar endurgjald, kann samlaða inntøkan, íroknað endurgjald frá Almannaverkinum, í mesta lagi vera 26.814 kr. um mánaðin. Um inntøkan fer niður á 20.000 kr., kann endurgjaldið frá Almannaverkinum í mesta lagi vera 6.814 kr.
Er talan um endurgjald fyri ávísar dagar, kann inntøkan, íroknað endurgjald frá Almannaverkinum, í mesta lagi vera 26.814 kr. um mánaðin. Um vanliga inntøkan er 30.000 kr. og frávera er neyðug nakrar dagar og inntøkan tí fer niður á 27.000 kr. er ikki møguleiki fyri endurgjaldi.
Møgulig sparing í barnaansingargjaldi ger, at útgjaldið lækkar samsvarandi.
Frítíðarløn verður mótroknað í útgjaldinum í apríl.
Inntøkumissur verður útgoldin mánaðarliga, og er á konto fyrst í eftirfylgjandi mánaði. Tað merkir, at inntøkumissur fyri januar er á konto fyrst í feburar. Hetta skyldast at Almannaverkið skal kunna mótrokna møguliga inntøku, innan útgoldið verður.