Orkuiskoyti

Orkuískoyti (søkjast kann aftur í februar 2025)

Umsókn

Umsókn skal latast Almannaverkinum á hvørjum ári í tíðarskeiðnum 1. februar og til og við 30. juni, sum er freistin á hvørjum árið.
Søkjast kann fyrstu ferð í 2024, aðru ferð í 2025 og triðju ferð í 2026.

Húski

Húski er persónar 18 ár ella eldri, ið sambært fólkayvirlitinum eru skrásettir at búgva á
bústaðnum.

Inntøkugrundarlagi

Húski, sum í mesta lagi hevur inntøkugrundarlag á kr. 300.000, kann fáa orkuískoyti.
Í sambandi við orkuískoyti skal inntøka hjá øllum vaksnum persónum í húskinum
roknast við í inntøkugrundarlagið.
Inntøkugrundarlagið, sum orkuískoyti er grundað á, er skattskyldug inntøka sambært
skattalógini, kapitalvinningsskattalógini og leiguinntøka sambært ásetingarlógini. Aðrar
inntøkur, vinningur ella møguligur annar stuðul verður lagt afturat inntøkuni.
Fyri A-inntøku er inntøkutíðarskeiðið, sum orkuískoyti verður grundað á, inntøkan
seinastu 12 mánaðirnar.
Fyri B-inntøku og vinning sambært kapitalvinningsskattalógini er inntøkutíðarskeiðið, ið
orkuískoyti verður grundað á, inntøkan seinasta álíknaða inntøkuár.

Ogn

Orkuískoyti kann ikki verða veitt húski um ognin, um umsóknarmundi, fer uppum
• Kr. 50.000, fyri húski, ið telur eitt ella tvey vaksin
• Kr. 70.000, fyri húski, ið telur trý ella fleiri vaksin
Ognarupplýsingar, ið Almannaverkið hevur, eru frá 31-12-2023, 2024 ella 2025.
At meta sum ogn er innistandandi í peningastovni og virðisbrøv.
Undantikið er ogn, ið er endurgjald fyri varandi mein og ikki-fíggjarligan skaða.
Persónur upp til 23 ár, sum sambært fólkayvirlitinum er skrásettur at búgva saman við
einum ella báðum foreldrum, kann eiga upp til kr. 50.000, sum ikki verður roknað sum
ogn.

Útgjald

Orkuískoyti verður útgoldið sum ein upphædd:

Í 2024  kr. 10.000

Í 2025  kr. 5.000

Í 2026  kr. 5.000

Orkuískoyti kann útgjaldast eina ferð hvørt árið til ein persón í húskinum. Útgjald kann í fyrsta lagi væntast umleið hálvan mars hvørt árið.
Hevur persónur av órøttum fingið orkuískoyti og átti hann at vita um hetta, skal hendan
upphæddin gjaldast aftur. Tað sama er galdandi, um orsøkin er vantandi ella skeivar
upplýsingar frá viðkomandi, sum hesin hevur skyldu at lata Almannaverkinum.

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um orkuískoyti innan 14 dagar.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa møguligar aðrar upplýsingar.