Stakútreiðslur - stuðul
Hevur tú verið fyri eini almannahending so sum sjúku, barnsburði, samlívssliti, vantandi arbeiðsmøguleikum ella øðrum, kanst tú fáa fíggjarligan stuðul til stakútreiðslur, sum tú ikki klárar at gjalda.
Almannaverkið roknar í hvørjum einstøkum føri fíggjarliga tørvin út. Hevur tú lítið ella einki til avlops, tá inntøkur og útreiðslur verða samanbornar, kann fullur ella partvísur stuðul veitast. Meginreglan er, at stuðul bert kann veitast, um tú ikki hevur ogn at nýta til endamálið. Í ávísum førum kann verða sæð burtur frá eini minni ogn.
Treytin er eisini, at talan skal vera um eina rímiliga grundaða stakútreiðslu, sum kann hótta fíggjarstøðu tína.
Dømi um rímiligar stakútreiðslur:
- húsarhaldstól, sum er gingið fyri
- brillur, sum eru bráðneyðugar
- barnaútgerð
- og annað líknandi
Fyritreyt fyri at fáa stakútreiðslur goldnar er harumframt, at hesin stuðul er mettur at vera neyðugur, fyri at umsøkjarin og familjan skulu klára seg sjálv í framtíðini.
Meginreglan er harnæst, at tú skalt søkja um stuðul, áðrenn tú setir teg fyri útreiðsluna. Orsøkin er, at við umsóknini frá tær, fer málið í gongd, og grundarlag verður fingið til at meta um tørvin á stuðli, og um treytirnar eru loknar.