DSCF9319.JPG

Stuðul til uppihaldspening

Endurgjald fyri goldin barna- og hjúnafelagagjøld

Er tær álagt at gjalda uppihaldspening, kanst tú fáa stuðul til uppihaldspening. Tað er Familjufyrisitingin ella samsvarandi útlendskur myndugleiki, sum ásetir gjaldsupphæddina.

Uppihaldspeningur vegna børn undir 18 ár
  • Talan skal vera um uppihaldspening, til børn undir 18 ár, sum tú ikki býrt saman við, og sum tú ert álagdur at gjalda við gjaldsavgerð frá familjufyrisitingini ella samsvarandi útlendskum myndugleika.

  • Peningurin skal vera goldin, áðrenn tú kanst søkja um stuðul.

  • Árliga stuðulsupphæddin er 40 % av tí barnagjaldi, sum tær er álagt at gjalda.

  • Stuðul til uppihaldspening til børn verður bert veittur fyri goldnu upphæddina, sum fer upp um vanliga árliga gjaldið fyri eitt barn. Upphædd fyri vanligt barnagjald sæst her. Stuðul verður sostatt ikki veittur, um tú bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.

  • Freistir fyri umsókn og útgjald skulu haldast. Sí meira undir brotinum “Útgjald og freistir”.

 

Søk um stuðul til uppihaldspening vegna børn

Uppihaldspeningur vegna hjúnafelga
  • Tú kanst søkja um stuðul til uppihaldspening vegna hjúnafelaga, ið tú ert skildur ella sundurlisin frá. Hjúnaðafelagagjaldið skal verða álagt við gjaldsavgerð frá familjufyrisitingini ella samsvarandi útlendskum myndugleika.

  • Peningurin skal vera goldin, áðrenn tú kanst søkja um stuðul.

  • Stuðul til uppihaldspening til hjúnafelaga er 40 % av tí upphædd, sum tær er álagt at gjalda.

  • Freistir fyri umsókn og útgjald skulu haldast. Sí meira undir brotinum “Útgjald og freistir”.

 

Søk um stuðul til hjúnafelagagjald

Útgjald og freistir

Tá søkt verður um stuðul til uppihaldspening eru tvær freistir, sum havast skulu í huga.

1. Freist at lata umsókn inn
Umsóknin fyri uppihaldspening, sum eru goldnir undanfarna álmanakkaár, skal vera latin inn í seinasta lagi 1. juli. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul fyri goldnu upphæddina burtur. Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er sostatt sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis.
Dømi:
Barnagjald, sum er álagt, er goldið í 2024. Umsóknin fyri goldnu upphæddina skal vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2025. Verður umsóknin til dømis latin inn í august 2025, fellur rætturin til stuðul fyri goldnu upphæddina burtur.

2. Freist í sambandi við útgjald av stuðli
Stuðul verður goldin út seinast í juni og desember. Lýst verður í sosialum miðlum og á heimasíðuni, nær umsóknin skal vera latin inn. Henda freist ávirkar ikki rættin til stuðul, men hevur einans týdning fyri, nær stuðulin verður útgoldin. Verður umsóknin latin inn eftir ásettu freist, hevur umsøkjarin ikki krav upp á útgjald, fyri enn næstu ferð útgjald verður avgreitt.

Umráðandi er tó, at umsóknin fyri farið ár verður latin inn í seinasta lagi 1. juli árið eftir. Verður umsóknin latin inn eftir hesa freist, fellur rætturin til stuðulin burtur. Sum nevnt kann frávik ikki gerast frá freistini.