
Verkhúsið Virkni
Málbólkur: Fólk við menningartarni.
Slag av tænastu: Virknistænasta.
Verkhúsið Virkni er tilboð ætlað fólki við menningartarni. Talan er um fólk, sum hava umfatandi tørv á stuðli og hjálp í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á at stimbra og menna samskiftisevni, sansir og kropp. Arbeiðið er skipað á ein hátt, sum gevur fólkunum møguleika at menna sína persónsmensku, sínar andaligu og likamligu førleikar. Rúm er eisini sosialum tiltøkum, ið fremja trivnað, og skipað verður m.a. fyri felagstiltøkum so sum jólahugna, føstulávintshaldi og summarveitslu.
Fólkini framleiða ymiskar lutir úr t.d. ull, silki, leiri, filti, træi og øðrum natúrligum tilfari. Verkhúsið Virkni hevur sølubúð við lutum av øllum handa slag, sum eru virkaðir á staðnum, og jólasøla er á hvørjum ári.
Sølubúðin er opin gerandisdagar kl. 8.30-16.00.
Tilboðið er opið gerandisdagar kl. 8.30-15.50.