Forsíða - Broytingar í samlívinum
Tá ið broytingar eru í hjúnabandi ella samlívi, hevur tað ofta fíggjarligar avleiðingar við sær.
Almannaverkið hevur ávísar møguleikar at stuðla teimum, ið eru fyri broytingum í samlívinum.
Á hesum síðum kanst tú lesa um øll ymisku møguleikarnar – og tú ert sjálvsagt altíð vælkomin at venda tær til okkara fyri at fáa ráðgeving frá okkara sosialráðgevum.
Hjúnaskilnaður – um tú ikki hevur pening til uppihald vegna hjúnaskilnað
Samlívsslit – um tú ikki hevur pening til uppihald vegna samlívsslit
Familjuískoyti –ískoyti ætlað familjum við børnum
Barnagjald – Almannaverkið kann leggja út barnagjald, um tann, sum eigur at gjalda, ikki ger tað
Serligt barnaískoyti – veiting til stakar uppihaldarar
Stuðul til uppihaldspening – møguleiki fyri at fáa ein part av uppihaldspeninginum endurgoldnan
Stakútreiðslur – fíggjarlig hjálp at koma til rættis í nýggjum býli